NVF

Forside Nyheder Veturin kemur við kulda og kava

Veturin kemur við kulda og kava

Tann 22. septembur skipaði føroyska deildin í NVF fyri tiltakinum ”Veturin kemur við kulda og kava”, sum varpaði ljós á vetrarhald og -rakstur.

Sigurd Lamhauge, NVF-formaður, bjóðaði vælkomin, og Árni Jacobsen greiddi frá vetrarhaldinum og -hagtølum hjá Landsverki. Síðani legði svenski granskarin Anna Arvidsson fram um prognosostýrda vetrarhaldsskipan og um livitíðina hjá salti á vegum.

NVF fegnast um undirtøkuna til tiltakið, og ynskir at skipa fyri fleiri almennum tiltøkum, sum kunnu veita vitan og íblástur um hvussu vegir og ferðsla kunnu røkjast, umsitast og mennast.