NVF

Home Vil tú við til árliga limafundin hjá NVF 14. mars á Hotel Hafnia?

Vil tú við til árliga limafundin hjá NVF 14. mars á Hotel Hafnia?

NVF er eitt alment-privat vinnusamstarv við uml. 320 limafyritøkum úr øllum Norðurlondum. Føroyska deildin hevur 21 limafyritøkur, her er talan um bæði kommunur, stovnar og privatar fyritøkur.

Endamálið við NVF er at deila og menna vitan innan vega- og ferðsluøkið. Hetta verður gjørt í norrønum arbeiðsbólkum, har serfrøðingar møtast tvørtur um almenna og privata geiran. Eitt nú luttaka føroyingar í arbeiðsbólkum um rakstur og viðlíkahald, tunlar, ferðslutrygd og vegatøkni.

Høvi verður at hoyra frá úrvaldum arbeiðsbólkum og um NVF virksemið annars á limafundinum. 

Skráin verður hendan:

11:30 Byrjað verður við miðmála í matstovuni á Hotel Hafnia.Fundurin verður aftaná í Panorama.
12:30 Vælkomin

    • Val av orðstýrara
    • Góðkenning av dagsskrá
    • Góðkenning av frágreiðing frá seinasta limafundi
    • Val av grannskoðara

12:40 Frágreiðing formansins
12:55 Framløga av grannskoðaðum roknskapi
13:05 Frágreiðing frá arbeiðsbólkum (7 min.hvør)

    • Vegatøkni (Dávur Johannesen)
    • Tunlar (Jákup N. Olsen)
    • Norðurlendski anlægsmarknaðaurin (Ólavur J. Hansen /Jákup Enni)
    • Rakstur og viðlíkahald (Mortan Olsen)
13:45 Framløga um samferðsluætlanina, nýggj tema (Brandur Sjúrðarson)
14:05 Val av stýri sambært § 4
14:15  Ymiskt
14:30 Takk fyri
 

Melda teg til limafundin við at skriva eini boð til Maritu Svartá, NVF skrivara, á masv@lv.fo.