Love
Lógir fyri norrønt vegforum, føroysku deild.
(Viðtiknar av føroyska stýrinum tann 30/3-1990)
§ 1
Navn deildarinnar er: Norrønt vegforum, føroyska deild.
§ 2
Deildin er limur í nordiskt vägforum, sum hon hevur endamál og og lógir saman við.
Endamálið er at menna vega-, vegaferðslu og vegaflutnings- økið í samstarvi millum yrkisfelagar í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki.
Endamálið verður framt við:
- at hava vegakongressir
- samskipan av gransking og
- ymisk sløg av fundar- og nevndarvirksemi.
§ 3
Limir í deildini kunnu gerast: stovnar, feløg, fyritøkur, verkfrøðingar og aðrir einstaklingar, sum í virksemi sínum og vitan innan vegaøkið kunnu vera við til at fremja endamál felagsins.
§ 4
Deildin skal hava limafund minst eina ferð um árið.
Deildin verður stjórnað av stjóranum á Landsverki sum formanni og 4 stýrislimum afturat honum. Tveir stýrislimir og ein varastýrislimur vera valdir mak ár, og hinir tveir stýrislimirnir og ein varastýrislimur stak ár. Grannskoðari, sum ikki er limur í stýrinum, verður eisini valdur stak ár. Stýrið velur sjálvt skrivara.
Annars boðar formaðurin til fundar, tá ið hann heldur, at tørvur er á tí, ella tá ið tveir stýrislimir ynskja tað. Avgerðir hava bert gildi, um meirilutin í stýrinum atkvøður fyri.
Skrá fyri limafundir:
- Val av orðstýrara.
- Góðkenning av dagsskrá.
- Góðkenning av frágreiðing frá seinasta limafundi.
- Frágreiðing formansins.
- Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
- Frágreiðing frá nevndunum.
- Val av stýri sambært § 4.
- Ymiskt.
§5
Roknskaparárið er álmanakkaárið.
Grannskoðaður roknskapur skal leggjast til góðkenningar á fyrsta limafundi á hvørjum ári.
§ 6
Lógir deildarinnar skulu altíð vera í samsvari við galdandi lógir fyri nvf. Lógir nvf ‘s galda eisini fyri føroysku deildina.
(Broytt seinast sambært viðtøku á limafundi tann 14. mai 2008.)
Board members
Here you can see all board members.
Contact information can be found at Member page
Meetings
Documents
Login is required to view documents.
Login
Calendar
Here you can see a list of upcoming and past meetings.
NVF Board Meeting (June 2025)
Skeið: Hvussu skipa vit ferðsluna?
Limafundur
Work materials
News
Finland’s chairmanship of the NVF is starting next week
👂 Listen carefully 👂
Have you ever wondered how big of a difference a noise barrier makes? One of the exciting tours you can experience at the Via Nordica 2024 Congress, is Auralisations of…
📅Have you seen the full programme?📅
Via Nordica 2024 offers a wide range of parallel sessions, plenary sessions and technical tours. Take a look at the PDF file here and get a clear overview of the full…